Um okkum
Søgan
Kreppan í 1993 var beinleiðis orsøkin til at Billutir varð stovnað. Samband var sjóvegis til Skotlands og Petur Martin Johansen og Frits Jacobsen hildu, at tað var ein roynd vert, at royna eitt skotskt samstarv. Smyril sigldi til Aberdeen og eykalutirnir vóru bíligari haðani og tí fóru teir báðir til Skotlands at fáa nakrar avtalur í lag. Og tað gekk væl og fleiri góðar avtalur komu í hús.
Seinni var rutan niðurløgd og verri var at fáa eykalutir til Føroya og tí royndu teir at fáa onkran samstarvsfelaga úr Danmark. Frederikssund Autodele var høvuðsveitari í nøkur ár, men tá tann fyritøkan fór uppí FTZ, (sum um somu tíð var byrjað í FO) var samrátt við Mekonomen í Danmark, at keypa eykalutir frá teimum.
Í 2004 flutti Billutir til Havnar, í Bókbindaragøtu, og húsaðist har til september 2009. Brúk var fyri størri hølum og tá samstarvi við Mekonomen gjørdist betri og tættari, var avgjørt at kalla fyritøkuna Mekonomen og flutti tá niðan á Hoyvíksvegin. Høgni Mikkelsen kom tá uppí fyritøkuna.
Mekonomen samstarvið riggaði væl í nøkur ár, men tá Mekonomen í Danmark hevði fíggjarligar trupuleikar og var selt til T. Hansen, var gjørt av, at fara aftur til upprunanavnið, Billutir. Og tá var avtala gjørd við CAC, sum er høvuðsveitari í dag.